25 ÁRA DAGUR
Í dag, týsdagin 13. januar, eru 25 ár liðin síðani, at Fótbóltssamband Føroya varð sett á stovn. Sambært upplýsingum frá FSF skrivstovuni verður einki serligt gjørt burtur úr føðingardegnum. Men tað kann kanska hugsast, at tað seinni í ár fer at verða mint á, at FSF hevur rundað fyrstu fjórðings øldina.
Einki er at taka seg aftur í, at FSF umboðar ítróttargreinina, sum er mest útbreidd og hevur størsta áhugan í landinum. Fótbólturin hevur stóra undirtøku kring allan heimin, og í Føroyum er einki undantak í so máta.
Føroysku fótbóltsfeløgini eiga FSF, og virksemið hevur verið støðugt vaksandi hesi 25 árini. Fyrrapartin av 25 ára skeiðnum var tað serliga heima á landi, at talan var um vøkstur og miðvíst arbeiði fyri at hækka dygdina. Yngru deildirnar og kvinnurnar funnu tað skapið at spæla og kappast undir, sum tær hava gjørt síðani í áttati árunum. Graslíkisvallirnir komu í áttati árunum, og FSF hevur síðani seinnapartin av áttati árunum lagt nógva orku í at skipa fyri útbúgvingum av eitt nú venjarum og dómarum.
Altjóða parturin
Í níti árunum hevur vøksturin serliga verið í altjóða virkseminum. Eftir tógvið stríð og arbeiðið í fleiri ár, eydnaðist tað í 1988 at vinna Føroyum limaskap íaltjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Stutt eftir gjørdust Føroyar partur av europeisku fótbóltssamgonguni UEFA.
Í 1988 varð fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin spældur, og síðani 1990 hava Føroyar verið við í øllum EM og HM undankappingunum. Nú FSF fyllir 25 ár, vísir loggið 91 altjóða skrásettar landsdystir, sum 86 spælarar hava luttikið í. Tað hevði verið hugaligt, um Føroyar á 25 ára stovningarárinum høvdu rokkið upp á eitt hundrað landsdystir, men tað fer at tátta í. Tríggir dystir skulu spælast á venjingarleguni í Spania, og talið á undankappingardystunum, sum tað ikki verður farið undir fyrrenn í heyst, fer í ár neyvan at vera hægri enn fýra ella fimm.
Umframt við A landsliði luttekur FSF í altjóða kappingum við U?19, U?17 og U?15 landsliðum á mannfólkasíðuni, og á konufólkasíðuni verður spælt við A landsliði á Oyggjaleikum og U?19 liði í EM undankappingum.
Dreymurin hjá FSF hevur í fleiri ár verið at taka lut við U?21 landsliði hjá monnum, men higartil er hetta ikki vorðið veruleiki.
Í 1992 luttóku føroysk feløg fyrstu ferð í Europa Cup. Síðani hevur verið spælt á hvørjum ári. Dystartalið í Europa Cup er komið upp á 66, og í Intertoto hava føroysk feløg spælt 23 ferðir.
Grundarlagið
Fyrsta fyritreytin undir øllum virkseminum hjá FSF er tað arbeiðið, sum verður gjørt í feløgunum. Eisini í teimum hevur talan hesi seinastu 25 árini verið um framburð á mongum økjum. Eitt nú tá ið talan er um fysiskar karmar, støðugar leiðslur, útbúnar venjarar og harvið miðvísa venjing. Elsta felagið er TB, sum var stovnað í 1892. Tvey feløg fara í ár um tey hundrað. Tey eru KÍ og HB.
Fyrsta landskappingin varð fyriskipað í 1942. Síðani hevur verið kappast á hvørjum ári, burtursæð frá í 1944, tá ið kríggið hevði við sær, at tað ikki bar til at fáa bóltar til vega.
Nógvu tey fyrstu árini var tað íSF, sum hevði ábyrgdina av og stóð fyri rakstrinum av fótbóltskappingunum. Tá ið virksemið øktist, varð fótbóltsdeildin hjá ÍSF skipað. Seinnapartin av sjeyti árunum varð tosað um at skipa sersambond. 13. januar í 1979 varð Fótbóltssamband Føroya stovnað. Fyrsti formaðurin var Christian Olsen. Í 1981 gjørdist Torleif Sigurðsson formaður, og fyri tveimum árum síðani varð Dánial Andreasen valdur til formann. Fyrsti og higartil einasti aðalskrivarin í FSF er Ísak Mikladal.
Ítróttarsosialurin ynskir FSF tillukku við 25 ára føðingardegnum.