Tað vóru ikki tær stóru viðmerkingarnar, sum FSF-forsetin, Óli Holm, hevði til úrskurðin í Føroya Rætti.
-Nú er talan so um eina nýggja støðu, og hana fara vit at viðgera á fundi, sum ætlandi verður mánakvøldið. Og fyrr enn tá havi eg so onga ítøkiliga viðmerking til málið.
- - Men tað er greitt, at hetta er í stríð við føroysku fótbóltslógirnar. Har stendur beinleiðis, at tað er føroyskur fótbóltur og ikki sivilrætturin sum tekur støðu í fótbóltsmálum. Og viðvíkjandi heimildunum hjá Ítróttardómstólinum er okkara støða óbroytt. Vit halda framvegis ikki, at dómstólurin skal taka eitt slíkt kappingarmál upp, eru einastu viðmerkingarnar, sum Óli Holm vil gera í løtuni.