FSF forsetin: Korona hevur eisini rakt fótbóltin hart (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við endurvalda FSF-forsetan, Christian F. Andreasen aftaná aðalfundin hjá FSF fyrr í dag

##med2##

Korona hevur eisini rakt føroyskan fótbólt, bæði ítróttarliga og fíggjarliga. FSF hevði eina slakari inntøku í fjør, men hevði eisini færri útreiðslur so samlað kom felagið út við svørtum tølum fyri árið 2020.

Hetta staðfestir FSF-forsetin, Christian F. Andreasen sum var endurvaldur uttan mótvalevni.

Christian F. Andreasen sigur, at hann hevur valt at taka enn eitt tørn sum forseti, tí talan er um spennandi tíðir í føroyskum fótbólti við nógvari menning, betri úrslitum og nýggjum landsliðsvenjara.

Til nevndarvalið fekk Róin Schrøter 36 atkvøður, Rúni Herup Olsen 24 atkvøður og Fríðin Ziskason 22 atkvøður. Róin og Fríðin eru sostatt afturvaldir.

Oddmar Selfoss og Kenneth Hovgaard eru valdir sum eykalimir. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1 og in.fo, Tróndur Arge gjørdi við Christian F. Andreasen aftaná aðalfundin hjá FSF. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við nývalda starvsnevndarlimin, Rúna Herup Olsen. 

(Samrøða: Christian F. Andreasen, FSF-forseti aftaná aðalfundin)