FSF flytur fótbóltin

Eingin dystur verður fríggjakvøldið, og bara dysturin á Tórsvølli verður leygarkvøldið

FSF skrivar soleiðis í dag:

 

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at vegna veður verða dystirnir millum Víking og AB, NSÍ og B68, Skála og 07 Vestur, og dysturin millum EB/Streym og KÍ útsettir til sunnudagin 20. mars

 

 

 

Veðrið má enn einaferð sær sjálvum ráða. Og soleiðis verður sjálvandi aftur hesaferð. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin og leygardagin sær einki serlig út. Báðar dagarnar verður boðað frá nógvum vindi av útsynningi.

 

Av hesi orsøk hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at fýra av dystunum í triðja umfari í Betri Deildini hjá monnum verða fluttir til sunnudagin 20. mars klokkan 15:00.

 

Talan er um dystirnar millum NSÍ og B68, og Víking og AB, sum skuldu vera fríggjadagin, og dystirnir millum Skála og 07 Vestur, og EB/Streym og KÍ, sum upprunaliga skuldu vera leygardagin.

 

Grannauppgerðin millum HB og B36 verður spæld sum ætlað – á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 20:00.

 

Leygardagin

 

HB – B36: Dagfinn Forná kl. 20.00

 

Sunnudagin

 

Víkingur – AB: Alex Troleis kl. 15.00

 

NSÍ – B68: Aron Sofus Vest kl. 15.00

 

Skála – 07 Vestur: Petur Reinert kl. 15.00

 

EB/Streymur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00