FSF: Fingurin var ikki til dómarabólkin

Tað er orsøkin til, at leikbannið hjá Hans Jørgen er stytt

Sum in.fo skrivaði sunnudagin, so hevur kappingarnevndin hjá fótbóltssambandinum stytt leikbannið hjá Hans Jørgen Djurhuus við tveimum dystum. Sostatt skal hann bara sita tveir dystir yvir og er tøkur til steypafinlauna.

 

Les eisini: Hans Jørgen langt leikbann

 

Heimsíðan hjá fótbóltssambandinum skrivar í dag, at tað eru nýggir upplýsningar í málinum, sum gera at avgerð er tikin um at broyta dómin, sum miðvallarin hjá Víkingi fekk fyri viku síðan í 1-1 javnleikinum móti EB/Streymi.

 

Les eisini: Her er dómarafrágreiðingin

 

Víkingur kærdi dómin og hevur nú fingið viðhald í kæruni. Tað er ikki oftari enn so, at ein dómarafrágreiðing frá einum dysti ikki stendur við, men í hesum sambandi eru, sambært heimasíðuni hjá fótbóltssambandinum, nýggir upplýsningar í málinum.

 

FSF.fo:

 

Kappingarnevndin tók tí málið upp av nýggjum, og í sambandi við hetta gav dómarabólkurin til dystin millum Víking og EB/Streym eina nýggja frágreiðing, sum var munandi øðrvísi enn tann fyrra. Dómarabólkurin metti, at ein partur av uppruna frágreiðingina var ikki nóg greiður.

 

Av teimum fýra døgunum, ið Hans Jørgen Djurhuus hevði fingið leikbann, vóru teir tveir givnir fyri, at hann skuldi havt víst longutong mótvegis dómarabólkinum. Men sambært nýggju frágreiðingini hjá dómarabólkinum var hetta ikki gjørt mótvegis dómarabólkinum, og tað bleiv gjørt uttan fyri vøllin. Av hesi orsøk valdi kappingarnevndin hjá FSF at strika tveir av døgunum, sum Hans Jørgen Djurhuus hevði fingið í leikbanni.

 

Sostatt fær Víkinga-leikarin leikbann í tveir dagar. Ein dag fyri tey bæði gulu kortini í dystinum, og ein dag eyka fyri tað, sum annars hendi eftirfylgjandi.

 

Við í steypafinaluni

 

Hans Jørgen Djurhuus sat uttanfyri í 2-2 javnleikinum móti AB í gjár. Hann skal somuleiðis sita uttanfyri móti KÍ mikukvøldið, men kann spæla móti NSÍ sunnudagin. Vikuna eftir er steypafinalan móti HB.