FSF favorittur farin til Armenia

Nú er tað greitt, at Flemming Serritslev ikki verður føroyskur landsliðsvenjari í hesum umfarinum. Politiken veit at siga, at Flemming Serritslev nú verður U-21 landsliðsvenjari í Armenia. Flemming hevur seinasta hálva árið verið venjari í Nigeria, men nú verður hann U-21 landsliðsvenjari í Armenia.

Uppgávan er ikki ókend hjá Flemmingi Serritslev, tí hann hevur í seks ár staðið fyri danska U-21 landsliðnum. Serritslev hevur áður arbeitt saman við landsmanni sínum Jan B. Poulsen. Nú er Jan B. Poulsen a-landsliðsvenjari í Armenia.

Setningurin hjá Flemmingi Serritslev verður at fáa Armenia við í EM endaspælið, sum í 2011 verður í Danmark. Avbjóðingin er stór, tí Armenia er í bólki saman við Schweiz, Turkalandi, Írlandi, Georgia og Estlandi.

Sosialurin skrivaði fyrr í ár, at Flemming Serritslev var ein av trimum, sum FSF hevði sett fokus á til at vera føroyskur landsliðsvenjari. FSF valdi skotska Colin Calderwood, sum kortini ikki tók av. Av teimum trimum, sum upprunaliga vóru á listanum hjá FSF, er bara Luka Kostic, sum er ættaður úr Serbia og býr í Íslandi, framvegis tøkur. Hann var inntil ársenda 2008 venjari hjá íslendsku landsliðunum. Nú rekur hann egið felag, sum fæst við ráðgeving og undirvísing í fótbólti.

Í FSF siga teir seg framvegis arbeiða við spurninginum, hvør skal vera landsliðsvenjari.

Fyribilsvenjararnir Heðin Askham og Jens Martin Knudsen fara í morgin at úttaka liðið, sum 22. mars skal spæla í Íslandi.