FSF fær nýggjan stjóra

Fótbóltssambandið skal nú hava ein tekniskan stjóra, ið skal vera fakligur leiðari og hava ábyrgd av venjaraútbúgvingini, leikaramenningini og U-landsliðsvenjarunum. Somuleiðis skal tekniski stjórin eitt nú seta møguliga talentmenning í gongd og framleiða føroyskt fótbóltstilfar.
Viðkomandi, ið verður settur, skal hava í minsta lagi UEFA A-venjaralisens, umframt drúgvar royndir sum venjari á høgum stigi og royndir sum venjarainstruktørur. Eisini krevjast fyrisitingarligir førleikar og kunnleiki til enskt og KT.
Talan er um eitt nýtt starv í Fótbóltssambandinum, ið ynskir at fáa tað sett sum skjótast. Freistin at søkja er úti 22. mars.