FSF einar 60 sáttmálar til góðkenningar

Fótbóltur: Fótbóltsambandið hevur fingið útvið 60 leikarasáttmálar til góðkenningar frá einum 6-7 feløgum

Yrkisfótbólturin er komin til Føroya fyri at verða. Hetta kunnu vit staðfesta, nú fótbóltsárið 1999 byrjar komandi vikuskifti. Higartil í ár hevur Fótbóltsamband Føroya fingið útvið 60 sáttmálar til góðkenningar frá einum seks ella sjey feløgum.


Løn ella bonusskipan

Aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, sigur, at størsti parturin av sáttmálunum, sum sáttmálanevndin hjá FSF hevur fingið til góðkenningar, snýr seg bert um at hava pappír upp á tann einstaka leikaran. Tað eru fáir sáttmálar, har talan er um beinleiðis lønarskipan, sigur Ísak Mikladal. Hjá størsta partinum snýr tað seg fyrst og fremst um eina bonusskipan, har leikarin fær ymisk sløg av samsýning, um tað gongst liðnum væl. Tað kann eitt nú verða so og so nógvar krónur fyri hvønn vunnan dyst ella okkurt líknandi.

Ísak Mikladal sigur, at eftir hansara meting, so royna serliga smærru feløgini at binda leikararnar hjá sær við sáttmála, so at tey ikki standa við sviðið soð, um ein leikari skiftir í annað felag mitt í einum kappingarári.

Ymiskt er eisini, hvussu nógvar sáttmálar tey ymsu feløgini hava sent inn, sigur Ísak Mikladal. Okkurt felag hevur bert sent tveir ella tríggjar sáttmálar, meðan okkurt annað felag hevur sent upp ímóti 20 sáttmálum til FSF at góðkennast.


Steypakappingin byrjar sunnudagin

Venjingin í teimum ymsu fótbóltsfeløgunum gongur nú við fullari ferð, og sunnudagin verður so farið undir innleiðandi umfarið av steypakappingini hjá monnum, sum einki navn hevur fingið enn. Tveir dystir eru á skránni sunnudagin. Annar er í Hvalba, har Royn og Skála skulu dystast. Tann dystin er Jens Petur Brattalíð settur at døma. Hin dysturin verður á Eiði millum EB/Streym og AB, og tann dystin skal Lassin Isaksen døma.