Trý fótbólslið, eitt í smádreingjadeildini, eitt í unglingadeildini og eitt í 1. deild, eru øll dømd at tapa hvør sín dyst. Hetta hevur Aganevndin gjørt greitt, eftir at tey hava viðgjørt tríggjar kærir frá trimum feløgum.
Skála nýtti, sambært úrskurðinum hjá Aganevndini, ein leikara, sum var ov gamal at leika í smádreingjadeildini, tá liðið spældi dyst í móti TB/Royn. Hetta er ikki loyvt og tað hevur Aganevndin sektað.
ÍF nýtti, sambært Aganevndini, fýra leikarar, sum ikki vóru skrásettir í felagnum, í dysti móti HB. Tað er ólógligt og tískil sektar Aganevndin ÍF fyri hetta.
07 Vestur hevur somuleiðis, sambært Aganevndini, nýtt ein leikara, hvørs leikaraloyvið ikki var upp á pláss. Hetta gjørdi liðið í dysti í móti FC Hoyvík, og tað verður eisini sektað.
Í øllum trimum førunum verða liðini dømd at tapa dystin, tey spældu, 0-3. Teir tríggir úrskurðirnir hjá Aganevndini kunnu lesast her: football.fo/index.asp}










