FSF: Byrja og enda ímóti Turkalandi

Dystaskráin fyri UEFA Nations League kappingina 2022/2023 er nú klár. Føroyar byrja á útivøli leygardagin 4. juni móti Turkalandi, skrivar Fótbóltssambandið

Føroyar eru í bólki saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava í komandi UEFA Nations League kapping - Mynd: UEFA.com

Dystaskráin fyri UEFA Nations League kappingina 2022/2023 er nú klár. Føroyar byrja á útivøli leygardagin 4. juni móti Turkalandi, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Seinnapartin hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í næstu UEFA Nations League kapping. Føroyar komu í bólk C1, saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava. Dystaskráin fyri kappingina er nú klár. Fýra dystir eru á skránni í juni mánað, og tveir vera spældir í september.

 

Føroyska landsliðið byrjar kappingina á útivølli leygardagin 4. juni móti Turkalandi, og endar á heimavølli sunnudagin 25. september, somuleiðis móti Turkalandi.

 

Skráin 2022:

 

4. juni Turkaland – Føroyar

 

7. juni Føroyar – Luksemborg

 

11. juni Føroyar – Litava

 

14. juni Luksemborg – Føroyar

 

22. sept. Litava – Føroyar

 

25. sept. Føroyar – Turkaland

 

Føroyar eru í bólki saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava í komandi UEFA Nations League kapping - Mynd: UEFA.com