FSF bjóðar úrvalstilboð til U17, U19 og U21 spælarar (FM1)

(FM1) Hoyr tekniska stjóran hjá FSF, Pætur Smith Clementsen greiða frá úrvalstilboðnum hjá FSF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Pætur Smith Clementsen, tekniskan stjóra hjá FSF undan stórsteypadystinum hjá monnunum millum HB og B36.

 

Pætur Smith Clementsen greiddi frá úrvalsskipanini, ið FSF hevur sett á breddan.

 

Farna mikudag gjørdu FSF og leiðslan á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni avtalu, ið inniber, at FSF Úrvalstilboðið eisini verður møguligt í Suðuroynni. Somuleiðis er avtala eisini fingin í lag við Tekniska skúla í Klaksvík.

 

Málbólkurin eru seriøsir fótbóltsspælarar, bæði gentur og dreingir, sum veruliga vilja meir við fótbóltinum. Her verður til dømis hugsað um spælarar, sum koma upp á tal til okkara U17, U19 og U21-landslið.

 

Spælarar, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á FSF Úrvalstilboðnum. Í tí førinum hevur spælarin ábyrgd av at avtala við møguligan arbeiðsgevara, at spælarin kann møta til ásettu venjingarnar.

 

Freistin at melda til FSF Úrvalstilboðið er 15. mars 2019. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo. Síðani fer útveljingin fram, í samskifti við avvarðandi skúlar.