Leygardagin klokkan 10.00 byrjar aðalfundurin hjá FSF, ið sum vanligt verður hildin í Norðurlandahúsinum í Havn.
Okkurt mál er komið inn til aðalfundin, og av hesum man uppskotið hjá B68 um at hækka mest loyvda talið av útlendskum spælarum í einum dysti úr tveimum upp í fýra vera tað, sum hevur størsta áhugan millum fólk.
Millum aðrar broytingar, sum støða skal takast til, eru m.a. reglan um mál skotin á útivølli í sambandi við eitt nú upp- og niðurflytingardystir og steypadystir.
Eisini verður spurningurin um spælarar, ið skifta feløg, og tey loyvi, ið fylgja við hesum, tikin upp.
Fram ikki viðhald
Viðvíkjandi broytingum í »lógum fyri Fótbóltssamband Føroya« skeyt Fram upp at broyta grein 6 til at ljóða: »?Fyri at hava atkvøðurætt, skal felag hava luttikið í fótbóltskappingini við minst einum liði í undanfarna kappingarári. Nevndin?«.
Á fundi tann 21. januar viðgjørdi nevndin í Fótbóltssambandinum hetta uppskotið, og semja var um ikki at taka undir við uppskotinum.
Hvørt felag kann í mesta lagi senda trý umboð til fundin. Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hava feløgini og nevndin hjá FSF. Bert feløg, sum hava síni fíggjarviðurskifti í lagi við FSF, hava atkvøðurætt. Fyri at hava atkvøðurætt skal felag eisini hava luttikið í fótbóltskappingini við minst tveimum liðum, einum í vaksnamannadeildini og einum í ungdómsdeildini, undanfarna kappingarár.
Tríggir nevndarlimir í FSF standa fyri vali. Teir eru Børge B. Hansen, varaformaður, og nevndarlimirnir Óli Holm og Jens Erik Magnussen. Heitt verður á fundarluttakararnar um at møta stundisliga.
Sosialurin verður við á aðalfundinum hjá FSF, og í blaðnum týsdagin fara vit at hava drúgva frágreiðing frá fundinum.










