FSF: 60+ í Klaksvík komið á mál

Eftir 12 vikur við venjingum hava luttakararnir í granskingarverkætlanini nú aftur verið til kanning

Við seinnu kropsligu kanningini er granskingarverkætlanin við heilsufótbólti fyri 60+ aldursbólkin nú komin á mál - Mynd: Raclip

Síðan síðst í august hava luttakararnir í granskingarverkætlanini verið til heilsufótbólt minst tvær ferðir um vikuna. Umframt tey, sum hava luttikið í sjálvum venjingunum, hevur ein sonevndur kontrolbólkur eisini verið partur av verkætlanini.

 

Hesi hava verið við til kropsligu kanningarnar við byrjan og enda á verkætlanarskeiðnum, men annars hava tey livað sum vant uttan at venja heilsufótbólt. Til kropsligu kanningina herfyri vóru allir luttakararnir sostatt savnaðir aftur, og nú er Setrið farið undir at greina úrslitini.

 

– Sum heild hevur verkætlanin higartil eydnast ótrúliga væl. Áhugin var stórur frá byrjan og luttakararnir hava verið íðin og hugagóð á vøllinum hvørja einastu viku. Fleiri av teimum fortelja longu, at tey kenna stóran heilsuligar ágóðar av venjingunum, og nú gleða vit okkum sjálvandi til at síggja, hvussu granskingarúrslitini síggja út, sigur Andrass Thomsen, samskipari við heimasíðuna hjá FSF.

 

Granskingarverkætlanin við 60+ heilsufótbólti í Klaksvík hevur verið eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið, Klaksvíkar kommunu, KÍ og Fótbóltssambandið, og millum luttakararnar hoyrist eitt greitt ynski um, at hetta tilboðið til 60+ aldursbólkin heldur fram. Hesum tekur samskiparin hjá FSF undir við og leggur afturat, at aðrar kommunur eisini eru meira enn vælkomnar at gerast partur av samstarvinum.

 

– Heilsufótbóltur hevur longu verið ein partur av føroyska fótbóltslandslagnum í fleiri ár, og vit ynskja sjálvandi, at so nógv sum gjørligt hava møguleikan fyri at vera við. Tí vóna vit eisini, at aðrar kommunur síggja hetta sum eitt gott og hóskandi tilboð til sínar borgarar í 60+ aldursbólkinum, sigur Andrass Thomsen at enda.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

 

 

Við seinnu kropsligu kanningini er granskingarverkætlanin við heilsufótbólti fyri 60+ aldursbólkin nú komin á mál - Mynd: Raclip