Higartil hevur FS Vágar einki stig fingið. Teir hava tapt seks ferðir, og málmunurin er 3-22. Men teir hava ikki mist mótið:
Einaferð fara vit at vinna, og sjálvt um eg veit, at teir hava eitt fínt lið, so haldi eg, at møguleikin er eins stórur ímóti HB, sum hann er ímóti øllum øðrum, heldur Pjotr Krakowski. Hóast tað ongantíð var ætlanin, at hann skuldi spæla við, so hevur hann verið á liðnum í flestu dystunum, og tað verður hann eisini í morgin.
Emil Hentze og Búgvi Joensen hava verið burturstaddir, men teir skuldu koma aftur undan vikuskiftinum. Albert Ari Thomassen er staddur í Danmark, og hann verður ikki við aftur fyrrenn í august og septembur.
Vágamenn hava ongan leikbannaðan, eingin er skaddur, og uppmøtingin hevur verið hampulig:
Einaferð fara vit at fáa stig, og kanska verður tað í morgin, heldur venjarin. Landsmaður hansara, Tomek, er farin aftur til Póllands. Eftir at hann kom til Føroya gjørdist tað greitt, at hann hevur sáttmála við pólskt felag. Sáttmálin gongur ikki út fyrrenn 1. juli, og tað var orsøkin til, at spæliloyvið ongantíð kom til Føroya. Tað er møguleiki fyri, at pólverjin kemur aftur eftir summarfrítíðina.
HB nýggjan málverja
Kaj Leo Johannesen, liðformaðurin hjá HB, verður ikki í málinum í morgin. Ímóti B36 fekk hann ein vøddaskaða í lærinum, tá hann rann út fyri at fáa bóltin burtur, eftir at verjan hevði mist. Teir rokna við, at málverjin verður tøkur aftur til næsta umfarið, sum ikki verður fyrrenn um fjúrtan dagar (B36 dysturin varð framskundaður, sambært skipanini skuldi hann vera næsta vikuskifti).
Bárður Johannesen loysti Kaj Leo Johannesen av, Oddbjørn Joensen veit úr 2. deild, hvørjum hann stendur fyri, og hann hevur álit á honum.
Ingi Rasmussen fekk gult kort mikukvøldið, og hann er leikbannaður í morgin, og Jógvan H. Samuelsen verður ikki við. Hann hevur verið burturstaddur í arbeðsørindum alla vikuna.
Ein annar vágamaður í HB, Jóhannes Joensen, var leikbannaður ímóti B36. Hann er við aftur, og so er spurningurin, um hann fær álopsplássið aftur, sum hann hevði, tá hann varð útvístur ímóti B68.
HB hevur nógv fólk at taka av. Mest sannlíki maðurin á miðvøllinum í staðin fyri Inga Rasmussen er Mikkjal Thomassen, sum í fjør var fastur fúsur á sentrala miðvøllinum. Í ár hevur hann verið úti í borðinum.
Hagtølini
Í fjør vann FS Vágar á heimavølli ímóti HB. Havnarmenn vóru har vesturi í áttanda umfarinum, og teir fóru nakkalangir til hús aftur við 1-0 tapi á rygginum.
Í fyrraárið vann HB 5-3. Árini frammanundan hevur HB onkuntíð havt trupulleikar at fáa fulla úrtøku. Í 1992 endaði 2-2 ímóti SÍF, í 1991 0-0 ímóti MB, í 1990 2-2 ímóti MB, og sama árið vann HB 3-1 ímóti SÍF, og í 1989 var 2-2 ímillum SÍF og HB.
Eftir sigurin á B36 hava vit samband við toppin. Tað hevur ofta verið tætt, tá vit hava verið í Vágum, men skulu vit hugsa um FM heitið, so noyðast vit at vinna í morgin, eru boðini úr HB.