FS Vágar skipar fyri dansi

FS Vágar skipar fyri stórum dansitiltaki í høllini á Giljanesi annað jólakvøld

Dansur

Tað er nýggj tíðarrokning í Vágum. Fyri og eftir tunnilin tosa vágafólk longu um. Og nú verður skipað fyri fyrsta stóra dansitiltakinum, eftir at Vágatunnilin lat upp.
Tað er fótbóltssamtakið FS Vágar, sum annað jólakvøld fer at hava dans í ítróttarhøllini á Giljanesi, har kenda orkestrið Kjølar fer at spæla.
Tiltakið byrjar klokkan ellivu annað jólakvøld og heldur á til klokkan fýra morgunin eftir.
Tað ræður um at liggja fram við í góðari tíð, siga fyrireikararnir, tí tað sleppa bara 1.200 fólk inn í høllina í senn.
Stóri tunnils- og jóladansurin, sum tey nevna tað, fer at kosta 120,- krónur, sum er vanligur prísur fyri slík tiltøk, siga tey, sum skipa fyri.