FS Vágar hølvaði ÍF av

FS Vágar-ÍF 6-0 (4-0)
Við stórsigrinum um vikuskiftið, hevur felagsliðið úr Vágum nú lagt sjógv ímillum seg og hini liðini í aðru deild.

2.deild

FS Vágar fekk vitjan a einum av oddaliðunum í aðru deild, ÍF, leygardagin. Fuglfirðingar blivu so hølvaðir av, felagsliðið vann heili 6-0. ÍF kláraði at fylgja við tað fyrsta korterið, men so skrædnaði. Fuglfirðingar vóru sera óhepnir hesa fyrstu løtuna, tí teir høvdu ein skallara, ið var bjargaður á linjuni. Høvdu teir fingið mál tá, hevði dysturin møguliga fingið ein aðra gongd.

Fuglfirðingar høvdu valt at liggja langt uppí á vøllinum, og hetta gav FS Vágum fleiri málmøguleikar. Tá 15. minuttir vóru farnir kom fyrsta málið. Bjarni Prior brýtur ígjøgnum í høgru og finnur Clayton Soares, sum leggur bóltin fyri føturnar á Ruslan Screlea, og Ruslan ger ikki mætari enn at knalla bóltin upp í samankomingina. Eitt sera flott mál, verður sagt úr Vágum. Um hálva tíman var aftur galið hjá fuglfiðingum, eftir trunkaspæl, fær Eyðfinn Fjallsbak seinasta fót á til 2-0.

Stutt fyri hálvleik komu tvey mál aftrat til vágaliðið. Fyrst verður ÍF verjan fanga av at liggja ov langt uppi á vøllinnum, og Hannus Olsen gert leysur, og lyftir bóltin uppum málverjan. Løtu seinni eydnaðist tað toppskjýttanum í aðru deild, Clayton Soares at økja um leiðsluna, tá hann sneiddi tveir verjuleikari av og málamannin við, til hálvleiksstøðuna 4-0.

Javnur seinni hálvleikur
Meðan vágamenn høvdu leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki, so gjørdist seinni hálvleikur meira javnur. Vágamennirnar dovnaðu nakað og løgdu ikki líka nógv
fyri í seinna hálvleiki. Hetta gav fuglfirðingum møguleikar, men onki mál spurdist burturúr kortini. Eisini FS Vágar høvdu nakrar royndir á málið, men tað ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, at tað eydnaðist teimum at skora. Upphavsmaður til bæði málini var innskiftið John Johansen. Fyrst gjørdist hann leysur við málverjanum, og skoraði trygt, og seinni ferðina vórðu beinini tikin undan honum inni í ÍF-brotsteiginum. Jens Erik Rasmussen varð settur at skjóta brotsparkið, sum hann setti í netið til endaligu støðuna 6-0

Stevna ímóti 1. deild
Nú kappingin í aðru deild er hálvrunnin, hevur felagsliðið úr Vágum lagt seg á odda við 19 stigum, og fimm stig eru niður til næst liðini. Teir hava bert tapt tann eina dystin og spælt ein javnan. FS Vágar eru rættiliga væl mannaðir, við eini góðari samantvinning av ungum og royndum spælarum, og halda teir fram í sama stíli eftir summarsteðgin, er lítið at ivast í, at teir verða at síggja í 1. deild næsta ár.

FS-Vágar-ÍF 6-0 (4-0)
1-0 Ruslan Screlea
2-0 Eyðfinn Fjallsbak
3-0 Hannus Olsen
4-0 Clayton Soares
5-0 John Johansen
6-0 Jens Erik Rasmussen (br)