Tann 16. juli fer hópurin hjá FS Vágum til Íslands á venjingarlegu. Ferðin varar í eina viku, og liðið skal spæla tveir venjingardystir.
Tann eini verður ímóti einum samansettum eyka- og unglingaliði hjá Akureyri, og hin verður ímóti samansetta liðnum Leiftur/Dalvík. Leiftur er liðið, har Jens Martin Knudsen, John Petersen, Sámal Joensen, Uni Arge og Jens Erik Rasmussen áður hava spælt. Nú spælir liðið í næstbestu deildini og hevur lagt saman við Dalvík.
FS Vágar er í løtuni í niðurflytingarvanda, og vágamenn vóna, at hópurin verður styrktur av hesi ferðini, so at liðið kann savna sær tey neyðugu stigini eftir summarsteðgin.










