Frystu fiskin í samráð við eftirlitið

Fiskiveiðieftirlitið var vitandi um, hvussu ein partur av fiskinum hjá Ran bleiv hagreiddur og frystur umborð.

Tað sæst í hoyringarsvari, sum advokaturin hjá reiðarínum hjá Ran hevur sent Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Í svarinum skrivar advokaturin, at ein partur av toskinum var so feitur, at hann passaði ikki í frystararnar, og hann heldur fram:

 

-Skipari og reiðarí umrøddu, hvat best møguliga loysnin var í hesum førinum, tí ikki er loyvt at koyra fisk útaftur. Støðan bleiv eisini umrødd við eygleiðara hjá VØRN, sum var umborð allan túrin. Niðurstøðan varð, at besta loysnin var at frysta tann stóra toskin í frystilastini, soleiðis sum vanliga verður gjørt, tá skip koma í hesa støðuna, at tey fáa stóran fisk, sum ikki passar í frystararnar.

 

Advokaturin hjá reiðarínum skrivar, at alt bleiv gjørt umborð fyri at tryggja, at fiskurin ikki kuldi fara fyri skeytið. Hinvegin ásannar hann, at virkingin livdi ikki upp til allar forskriftinar í øllum førum, men skrivar, at talan er ikki um so álvarsligt brot, at hetta yvirhøvur ávirkar góðskuna á fiskinum.

 

Niðurstøðan hjá advokatinum er, at avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Startvsstovuni at leggja hald á fiskin, byggir ikki á nøktandi grundgeving.

 

-Grundgevast má eisini fyri, hvat tað er, um nakað, sum ger, at fiskurin má metast at vera óegnaður til fólkamat. Av tí at fiskurin í hesum førinum er hagreiddur og frystur undir góðkendum umstøðum, meti eg, at einasti máti at staðfesta, um fiskurin er óegnaður til fólkamat, er við at kanna fiskin, skrivar Christian Andreasen, advokatur, í hoyringarsvarinum.

 

At enda heitir hann staðiliga á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um at gera kanningar av fiskinum, áðrenn støða verður tikin til, um forboð skal setast fyri at selja fiskin sum mannaføði.