Frystitrolararnir, Gullberg og Vesturleiki, sum seinastu tíðina hava roynt á Flemish Kap, eru givnir at fiska og eru á veg heim. Skipini landa í vikuni.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.
Fiskiskapurin hjá djúpvatnstrolarum á Flemish Kap hevur ikki vignast nakað serligt.
Hinvegin er líkt til, at línuveiðan roynist betri har yviri í løtuni, og tí er ávísur áhugi millum línuskipaeigarar at fara yvir hagar.
Undantikið teir seks partrolararnar, sum eru á gulllaksaveiði, royna partrolararnir eftir upsa undir Føroyum, men upsaveiðan hjá teimum er framvegis smálig.
Tveir djúpvatnstrolarar, sum royna undir Føroyum, fiska eisini upsa, og ein fer helst á svartkalvaveiði.










