Í gjár, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar um ráfiskatilfeingið hesa vikuna, fingu vit at vita, at seks frystilínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum.
Harumframt er eitt frystilínuskip í Barentshavinum, og tað er Jógvan I, sum hevur fiskað eystan fyri seinastu mánaðirnar og hevur havt manningarskifti í Noregi.
Í síðstu viku, tá vit skiftu orð við reiðaran á frystilínuskipinum, Eivindi, Hálvdan Gudmundsen, segði hesin, at Eivind á fyrsta túrinum í ár helst fer í íslendskan sjógv.
Sambært Fiskamarknaði Føroya í gjár, er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni. Veðrið er vánaligt, og veðurútlitini eru ivingarsom.
- Vánaligu veðurlíkindini gera, at vónirnar um útróður hesa vikuna eru smáar, tó at streymurin í løtuni er góður, verður lagt aftrat.