Frystigoymslan í Vági stongd

Tað er so lítil fiskur á goymslu, at tað er ikki grundarlag fyri at hava hana opna, sigur Johan Dahl, men hann væntar, at hon letur uppaftur um stutta tíð

Vinnumál

Vágur: Tað er synd at siga, at vágbingar hava viðrák í løtuni. Eitt arbeiðsplás fyri og annað eftir eru latin aftur, ella hava skert virksemið.
Og nú er tann stóra frystigoymslan á bryggjuni eisini stongd.
?Tað hevur verið so lítil fiskur á goymslu, at tað er ikki grundarlag fyri at hava hana opna í løtuni, sigur Johan Dahl, sum er ein av eigarunum.
Felagið hjá Johan Dahl, sum eitur Faromar, eigur 20% av frystigoymsluni og útlendingar eiga hini 80%.

Arbeiða við eini varandi loysn
Fyri at spara útreiðslur verður goymslan sostatt latin aftur, streymurin sløktur, eins og tey trý fólkini, sum arbeiddu á goymsluni, eru søgd upp og eru farin til hús.
Tað mesta av vøruni fór av goymsluni um ársskiftið og og tað síðsta fór í næstseinastu viku.
Hann sigur, at eftir at Orcades Viking, sum legði nógvan fisk upp á frystigoymsluni, varð seldur, viknaði grundarlagið undir frystigopymsluni munandi.
Í eini roynd at at veksa um virksemið aftur, ætlaði Johan Dahl at leiga írska nótaskipið, Veroniku, men tað datt eisini niðurfyri.
Ístaðin fekst sáttmáli við russarar um at leggja upp í Vági og teir løgdu eisini nakað upp í Vági í fjør og sáttmáli er um at leggja fisk á goymslu aftur í ár.
Men Johan Dahl leggur dent á, at arbeitt verður við at finna eina varandi loysn fyri lønandi rakstri og hann væntar eisini, at hon fer at lata uppaftur um stutta tíð.
?Russarir eru farnir undir fiskiskap aftur og vit vænta, at teir fara at leggja fisk upp aftur um ein góðan mánað.
Hann sigur tó eisini, at tað, sum russarar løgdu upp í fjør, er ikki nóg mikið til at fáa lønandi rakstur í goymsluna og tí vónar vónar hann eisini at fáa vørur aðrastaðni frá.
Men hann ásannar kortini, at frystigoymslan gav hall bæði í fjør og í fyrrárið og tann gongdin má vendast. Fæst ikki lønandi rakstur, sigur tað seg sjálvt, at hon heldur heilt uppat.
Johan Dahl sigur, at norðaneftir fæst ongin fiskur á goymslu, tí tað loysir seg ikki, eftir at flutningstuðulin varð tikin av.
Annars goymdi frystigoymslan í Vági ikki sørt av fiski fyri Føroya Fiskavirking og rækjuvirkið á Oyri, men tá ið flutningsstuðulin fall burtur, varð grundarlagið eisini tikið undan tí.