Eini 20 fólk vóru komin saman í hølum hjá Føroya Landsbókasavni, tá teir mánadagin avdúkaðu úrslitið av eini verkætlan, sum hevur verið í gongd síðani ár 2000.
Martin Næs á Føroya Landsbókasavni bjóðaði fyrst vælkomin.
? Hetta er ein søgulig stund nú Landsbókasavnið saman við landsbókasøvnunum í Íslandi og Grønlandi, kann avdúka talgild tíðarrit, sum vit hava arbeitt við at fáa út á alnetið síðani ár 2000, segði Martin Næs millum annað.
Eisini segði hann, at hetta er ein vegamót í bókasavnssøgu. Tað at tað ber til, at bera tilfar víðari, sum vit vanliga bara hava standandi á hilunum hjá okkum gjøgnum alnetið.
Ókeypis
Øll, ið hava hug, kunnu brúka talgildu tíðarritini hjá bókasøvnunum ókeypis. Í løtuni liggja góðar 33.000 blaðsíður tøkar á netinum. Tíðarritini talan er um eru flest øll eldri enn frá 1920, men tó eru einstøk undantøk gjørd.
Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í mentanarmálum, var komin at trýsta á tann grøna knøttin, sum avdúkaði nýggju heimasíðuna.
Verkætlanin er býtt upp í stig. Hetta fyrsta »byggistigið« gevur atgongd til alt tilfarið, sum er lagt út higartil. Seinni fer at bera til at leita meira nágreiniliga. Til dømis eftir persóns- ella staðarnavnið, og síðani hoppar leitiskipanin beinleiðis inn á síðurnar, sum hava hetta ávísa persóns- ella staðarnavn.
Føroysku tíðarritini eru Færingetidende, Føringatíðindi, Dúgvan, Fuglaframi, Búreisingur, Várskot, Oyggjarnar, Dúgvan og Fróðskaparrit..
Arnbjørn Ó. Dalsgarð, bókasavnsvørur, hevur arbeitt við hesi verkætlan, sum tað føroyska umboðið. Fimm fólk hava annars arbeitt við at talgilda tíðarritini síðani ár 2000.
? Tilfarið avmarkar seg tíðarliga, sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð. ? Tíðarritini eru fram til 1920 og tey eru av slagnum fólk vanliga ikki hava atgongd til. Nøkur eru tó yngri enn frá 1920, og hava vit valt tíðarrit, sum hava verið nógv eftirspurd av fólki.
Sum er nú ber til at velja bókasavn, tað verið seg antin føroyskt, íslendskt ella grønlendskt, velja blað, árgang og blaðnummar.
? Hetta er sera umráðandi keldutilfar hjá søguskrivarum. Serliga upprunaritini Oyggjarnar og Dúgvan hava verið nógv umbiðin, og vit eru errin av at kunna veit fólki hesi tíðarrit í heilum líki. Tað er ógvuliga torført at finna eitt eintak av hesum tíðarritunum í heilum líki, tí tey hava ongantíð verið endurprentað, sum eitt nú Føringatíðindi.
2. byggistig
Næstu tíðina verða 500 nýggjar síður lagdar út um dagin, so talið av talgildum blaðsíðum fer at vaksa skjótt. Í komandi viku verður íslendsku tíðarritini tøk og í oktober mánaða eisini tey grønlendsku tíðarritini tøk.
2. byggistig verður í januar mánaða næsta ár, og tá er ætlanin at verkætlanin skal verða fullførd. Og er tað tá tað fer at bera til at leita meira nágreiniliga í ymsu greinunum.
Heimasíðan er tøk á fimm málum. Føroyskum, donskum, íslendskum, grønlendskum og enskum. Ein maskina í Reykjavík hevur avmyndað tíðarritini, har tey síðani eru løgd út, soleiðis, sum tey eru at síggja á heimasíðuni í dag.
? Tey stóru norðanlondini eru eisini í holt við at talgilda tíðarrit, og tá báðar verkætlanirnar eru lidnar, skulu tær tvinnast saman, sigur Martin Næs.
Tey stóru dagbløðini í føroyskum høpi, sum Sosialurin og Dimmalætting eru ikki við í nýggju talgildu skipanini hjá Landsbókasavninum. Hetta kemst av, at Landsbókasavnið heldur valdi smærri tíðarrit, men vent verður aftur til at talgilda dagbløðini einaferð seinni. Henda ætlanin er ikki slept enn, sigur Martin Næs.
Føroyingar hava ikki goldið nakað til hesa verkætlan enn. Hetta hevur verið ein partur av arbeiðinum hjá Arnbjørn Ó. Dalsgarð, sum er bókasavnsvørur. Íslendski parturin lá í fjør um 11 milliónir íslendskar krónur, sum er góð millión í føroyskum pengum. Verkætlanin er annars stuðlað av Nordinfo, sum er nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Teirra íkast til verkætlanina var 350.000 krónur.
Annars eru talgildu tíðarritini at finna á heimasíðuni www.flb.fo/tidarrit ella www.tidarrit.fo










