Frumsýning: Tá konan drap dóttrina

Filmurin um, tá kona Nils Malmros drap einkarbarn teirra verður frumsýndur hóskvøldið

Nýggjasti filmurin hjá Nils Malmros er um sorgarleikin fyri skjótt 30 árum síðani, tá kona hansara, Marianne Tromholt, drap níggu mánaðir gomlu dóttir teirra við at stinga hana í hálsin við einum knívi.

 

– Tað er við støði í mínum egna uppvøkstri, at mínir filmir hava snúð seg um sakloysi og um hendingar á veg at gerast vaksin. Teir hava verið um óforloystan og ólukkuligan kærleika, sigur Nils Malmros, leikstjóri.

 

– Við mínum nýggja filmi vil eg siga frá um tað at náa fram til ein felags og búnan kærleika gjøgnum størstu sorg og gleði í lívinum. Tað kann ljóða stórt, men eg kenni á mær, at eg havi dekning fyri orðini, sigur Nils Malmros.

 

Sosialurin hitti Nils Malmros í august, tá hann greiddi frá um filmin, uttan tó at greiða frá sjálvum innihaldinum, so vildi hann fegin greiða Sosialinum frá, at filmurin snýr seg um hendan svára sorgarleikin, sum var teimum fyri, tá konan í psykosu drap einkarbarn teirra. Sjálvt um Marianne

 

 

TRÝST HER fyri at heinta samrøðu við Nils Malros í Sosialinum 2. auguat 2010

 

Hóast Marianne varð varðhalds­ fongslað in absentia, var hon – eftir at hava ringt til løgregluna – so illa fyri av gerð síni, at politiið als ikki fekk avhoyrt hana.

 

– Men svarini eru í filmi­num, sigur Nils Malmros.

 

– Kona mín kom sum kunnugt ikki í fongsul, men fekk ein viðgerðardóm í hálvt annað ár.

 

Trailari av nýggja filminum sæst VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Gjøgnum alla tilgongdina við filminum hevur tað eydnast Nils Malmros at halda innihaldið í filminum loyniligt – men tað verður so kunnugt, nú filmurin loksins verður vístur.

 

Høvuðsleiklutirnar sum tey bæði, Nils Malmros og konan Marianne Tromholt, hava sjónleikararnir Helle Fagralid, sum er av føroysk­ari ætt, og Jacob Cedergren. Og Nils Malmros væntar sær nógv av teimum.

 

TRÝST HER fyri at lesa grein úr Sosialinum 2. august 2013 um Hella Fagralíð, sum hevur høvuðsleiklutin sum Marianne Tromhold

 

– Tey spæla sínar leikutir meistarliga væl, og eg eri vísur í, at Helle Fagralid fær eitt rættiligt gjøgnumbrot við hesum filmi, sigur Nils Malmros.

 

Filmurin varð undanfrumvístur í Havnar Bio mikukvøldið – men almenna frumsýningin verður komandi hóskvøld 14. november.

 

Niðanfyri ber til at heinta samrøðu við Nils Malmros í Sosialinum frá 2. august í ár.