Brasilski umhvørvismálaráðharrin, Marina Silva, var í góðum hýri fyrradagin, tá hon almannakunngjørdi eina frágreiðing, sum vísir, at regnskógurin í Amazonas-økinum og aðrastaðni í Brasil minkar ikki so skjótt nú sum fyrr.
Í frágreiðingini stendur, at teir seinastu ellivu mánaðarnar er skóghøggingin minkað heili 52 prosent í Amazonas-økinum, og at gongdin er tann sama í øllum teimum sjey landspørtunum, har frumskógur er. Men tað er eisini í tøkum tíma, tí tey seinastu 30 árini er eitt frumskógarøki, sum er til støddar sum Frakland, horvið.
Í februar í ár varð amerikanski trúboðarin Dorothy Stang myrd í frumskógin-um við Amazonas. Tað fekk brasilsku stjórnina at senda stór herlið til økið, og tað er eftir øllum at døma hetta, sum hevur gjørt, at frumskógurin fær betri frið nú. Samstundis hava myndugleikarnir hert revsingina fyri ólógliga skógarvinnu, og fleiri partar av frumskóginum eru lýst sum friðað øki.