Frumsýning av pyjamas

SJÓNLEIKUR. Í kvøld fer Klaksvíkar Sjónleikarfelag at hava frumsýning av nýggja lekinum Seks í pyjamas. Hetta er ein franskur skemtileikur, sum Mac Coment hevur skrivað. Andrias Justesen hevur umsett til føroyskt

Seinastu tveir mánaðirnar hava leikararnir í Klaksvíkar Sjónleikarfelag vant leikin, og ætlanin var at frumsýna hann seinasta vikuskiftið. Men sjúka kom upp í, og tí var frumsýnginin útsett.

Leikararnir, sum spæla við, eru: Jógvan Jacobsen, Jan Gardar, Súsanna Jacobsen, Adelborg Linklett, Hans Hjalti Skaale og Jórun Ljósstein.

Egi Dam hevur leikstjórnað leikin, sum sigst verða bæði skemtiligur og hendingaríkur.

Frumsýningin verður í Atlantis í kvøld klokkan 20.00, og næstu dagarnar halda sýningarnar fram.