Hósdagin í komandi viku er frumframsýning av einum tí mest umrødda danska sjónleikinum nakrantíð.
Á Caféteatret í Keypmannahavn hevur leikritahøvundurin Christian Lollike og sjónleikarin Olaf Højgaard umsett partar av manifestinum hjá hópdrápsmaninum Anders Behring Breivik til ein sjónleik. Leikurin skal eftir ætlan framførast í bæði Århus og Oslo.
Nógvar atfinningar hava verið mótvegis leikinum líka síðani ætlanin um leikin kom fram í januar-mánaða.
- Vit hava fingið hatursmailar og keðilig telefonboð frá fólki, og tað ávirkar. Tú byrjar at halda, at tað, tú gert, ikki er rætt. Fleiri ferðir hava vit umhugsað at gevast við uppsetingini av leikinum. Í roynd og veru kenni eg tað sum eg verði forfylgdur, og tá byrjar ein veruliga at hugsa, um ein hevur hug at halda fram, sigur leikritahøvundurin.
Men nú er klárt til frumframsýningin av leikinum Manifest 2083, har Olaf Højgaard er einasti maður á pallinum í leiklutinum sum terroristurin og hópdrápsmaðurin Breivik. Tað var 22. juli í fjør, at Anders Behring Breivik sprongdi eina bumbu framman fyri stjórnarbygningin í Oslo og seinni skeyt á oynni Utøya. Breivik beindi fyri 77 fólkum.