Frumkendur tónleikur á Okkara Voxbotn 2019

Okkara Voxbotn boðar frá, at bólkurin Frum fer at framføra á Okkara Voxbotn.

 

– Við Jenny Kragesteen á odda er Frum ein av ímyndunum av nýggja tónleikarákinum í Føroyum, tá tónleikur verður borðreiddur til allar sansirnar. Tá Frum trínur á pallin verður tað eitt show í serflokki, við sangi, rútmu, dansi og væl tilrættisløgdum detaljum fyri eyguni, skriva fyrireikararnir.

 

– Løg sum Let itBeat og Birdstone hava staðið seg væl í lurtunum, og hava føroyingar veruliga tikið teirra tónleik til sín, skriva teir.

 

Frammanundan er greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost frequencies, Hanus, Páll Finnur Páll og VSJ fara at framføra á Okkara Voxbotn 2019, sum verður tann 29. juni.