Frumframførslan verður í Fuglafirði

Í sambandi við at tónleikarin Teitur gevur út nýggja fløgu tann 16. september, "Story Music", fer hann saman við tónleikarunum á konsertferð kring knøttin.

 

 

Teitur fer bert at hava ta einu útgávukonsertina í Føroyum, og tað verður mikukvøldið 21. august.

 

 

Saman við tónleikurunum, ið eru við á fløguni, hevur Teitur valt at hava hesa einastu útgávukonsertina í Føroyum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

 

Talan er um eina sitikonsert, og tískil eru atgongumerkini eru avmarkað til 380.


Konsertin byrjar klokkan 20.00.