Frukt og grønmeti úr Italiu

Er vandi fyri coronasmittu, tá vit eta mat úr Norðuritalia?

Tey allar flestu tilfeldini av COVID-19 í Evropa eru staðfest í Norðuritaliu. Tað merkir tó ikki, at vit skulu óttast fyri at verða smittað av Coronavirus, tá vit keypa frukt og grønt úr Italiu ella úr øðrum londum, ið eru hart rakt av Coronasmittuni. Tað meta danska Matvørustýri, Heilsustýri og Statens Seruminstitut.

– Tað er ikki sannlíkt, at COVID-19 kann smitta frá fólki til mat. Tað er eisini ósannlíkt at fáa smittuna við at nerta við mat-innpakning, skrivar Matvørustýri á heimasíðuni, eftir at hava sett seg í samband við bæði Heilsustýri og Statens Serum Institut. 

Coronavirus smittar gjøgnum loftbornar dropar frá hosta og njósi, og tí skal man hava tætt samband við ein smittaðan persón, um vandi skal vera fyri smittu. 

Hóast matur - so sum frukt ella grønmeti - møguliga er heintað, pakkað ella á annan hátt hevur verið handfarið av persóni, ið er smittaður við Coronasmittu, so er eingin vandi fyri, at verða smittaður av matinum.