Frukt og grønmeti kann forða hættisliga bróstkrabbanum

Kvinnur, sum eta nógva frukt og nógv grønmeti, eru í minni vanda fyri at fáa serliga hættisligan bróstkrabba enn hinar

Tað er úrslitið av 20 kanningum, sum eru gjørdar í Svøríki og øðrum londum ígjøgnum eitt tjúgu ára skeið, og sum hava umfatað umleið eina millión kvinnur.
Í niðurstøðuni, sum er kunngjørd í krabbameinstíðarritinum JNCI, stendur, at kvinnur, sum eta nógva frukt og nógv grønmeti, eru í minni vanda fyri at fáa bróstkrabba av tí serliga hættisliga slagnum, sum ikki nýtist hormonið østrogen til at breiða seg. Hinvegin vístu kanningarnar, at vandin fyri at fáa bróstkrabba sum heild, minkar ikki, hóast kvinnur eta nógva frukt og nógv grønmeti.
Fyri hvørjar fimm kvinnur, sum fáa bróstkrabba, fær ein krabbamein av tí illkynjaða slagnum, sum frukt og grønmeti vísa seg at hava ávirkan á.
Allar tær umleið ein millión kvinnurnar vóru frískar, tá kanningarnar byrjaðu, men í kanningartíðini fingu 20.000 teirra bróstkrabba, sum verður ávirkað av østrogeni, og hjá teimum vísti tað seg at vera líka mikið, hvussu nógva frukt og hvussu nógv grønmeti tær ótu.
Aðrar 5.000 kvinnur fingu bróstkrabba av tí illkynjaða slagnum, sum østrogen ikki hevur ávirkan á. Her vístu kanningarnar, at hetta slagið av bróstkrabba var nógv vanligari hjá kvinnum, sum ótu lítið av frukt og grønmeti enn hjá hinum, sum ótu nógva frukt og nógv grønmeti.