Næst á skránni var stuttliga tónleikaævintýrið Tubain Tubby, har frásøgumaðurin var tann lívligi Herfinnur Árnafjall, sum dugdi so sera væl at fáa børnini við. Tubasolistur var Atli Petersen.
Síðani kom Hedwig´s Theme úr Harry Potter filmunum og so nakað so forkunnugt sum ein sangkvartett og ein strúkikvartett, sum sungu og spældu Í mánalýsi, sum Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, hevur skrivað - vakurt og inniligt.
Vælkenda íslendska lagið Á spreingisandi fekk eina stuttliga vend, tá ið dirigenturin Bernharður Wilkinson fekk ein smádrong upp á pallin at stjórna orkestrinum.
Síðani kom barnakórið upp á pallin. Tey sungu fýra fittar jólasangir og eitt eykalag.
Alt í alt eitt væleydnað og stuttligt tiltak, har Føroya Symfoniorkestur vendir sær til tann breiða skaran av fólki, sum annars kanska ikki høvdu farið til klassiska konsert, og tað skal jú eisini til.
Leggjast kann afturat, at sama konsert var í Ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 2.des.