Hóast mangir bilrútar vóru frystir í morgun, so er enn ikki loyvt at koyra við píkadekkum – tí tað er bert loyvt at koyra við píkadekkum millum 16. oktober og 30. apríl. Sambært ferðslulógini er ikki loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 15. oktober
Í morgun var stilt og kalt í Havn. Sambært hagtølum hjá Landsverki, so hevur minsti veghitin seinasta samdøgrið verið niðri á -0,8 stigum.
Hóast hendan náttarkuldan, so er enn einki sum bendir á, at kavin er á veg næstu dagarnar. Sambært yr.no verður hitin næstu dagarnar millum 4 og 9 stig.
Sambært ferðslulógini, so er bert loyvt at koyra við píkadekkum millum 15. oktober og 1. mai.









