Hóast vit nærkast 1. juni, sum er ársins fyrsti summarmánaður, hevur veðurlagið eftir øllum at døma ilt við at fylgja kalendaranum. Í hvussu er í Danmark. Seinasta nátt var óvanliga køld. Serliga kalt var í Miðjyllandi, har mátararnir komu niður á 0,2 kuldastig klokkan trý í nátt.
Danska veðurstovan sigur, at tað eru 13 ár síðani, at tað var so kalt um hesa tíðina á árinum. Í 1997 frysti tað eina nátt fyrst í juni.
Tað serliga í ár er, at mai hevur roynst rættiliga illa til hita í ár. Eitt nú var 11. mai tann kaldasti maidagur síðani 1996.
Danska veðurstovan sigur, at danir sleppa ikki av við tað kalda veðrið enn, og at næstu nátt kunnu mátararnir koma niður ímóti frostmarkinum.










