Í dag skal kannast, um Atlantic Navigator fekk skaða, tá hann fór á land við Kunoyarnes í gjárkvøldið. Fyribils bendir einki á, at Atlantiv Navigator fekk stórvegis skaða, tá trolarin fór á land við Kunoyarnes í gjárkvøldið.
Um trýtíðina í nátt eydnaðist tað at fáa trolaran leysan og at bryggju í Ánunum, og ætlanin er nú at lata froskmenn fara niður at kanna, hvønn skaða skipið fekk av stoytinum.
Harafturat skal kannast, hví trolarin fór á land. Hanus Hansen, reiðari, segði í gjárkvøldið, at skipið fór á land, tí ólag kom á umstýringina.
Atlantic Navigator hevur umleið 1.900 tons av sumimi og mjøli, og veiðan verður løgd upp í Ánunum.











