Hýrurin var góður, tá fólk hugnaðu sær úti á Sjósavninum á Argjum á 50 ára stovningarveitslu hjá Tórshavnar Froskmannafelag
Maturin var fyrsta floks, og tað var sjálvandi meistarakokkururin, Birgir Enni, saman við soninum, Hávarði Enni, sum stóð fyri tí kulinariska upplivilsinum.
Meginparturin av rávøruni hjá Birgiri Enni kemur jú úr havinum.
Hølini hjá Sjósavninum vóru sjálvandi ikki tilvildarliga vald og passa væl til slíkt høvi, halda fyrireikararnir.