Í dag klokkan 11.33 fekk løgreglan fráboðan um eitt heldur álvarsligt ferðsluóhapp á Oyrarvegnum í Klaksvík.
Hetta er vegurin, sum gongur út á Norðoyri.
Løgregla, sjúkrabilur og sløkkiliðsbilur vóru skjót á staðið, og her vísti tað seg, at tveir bilar høvdu stoytt frontalt saman.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsti fyri løtu síðan, at annar bilførarin misti tamarhaldið í hálkuni og koyrdi frontalt í mótkoyrandi bilin.
Førararnir vóru einsamallir í bilunum, og báðir endaðu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, haðani annar síðan varð fluttur víðari á Landssjukrahúsið.
- Sjúkrabilurin, sum flutti annan persónin á Landssjúkrahúsið, varð fylgdur av løgreglubili, soleiðis at túrurin á Landssjúkrahúsið kundi ganga skjótari.
Vaktleiðarin sigur, at annar av persónunum hevði onkur brot, men báðir persónarnir vóru við vit, tá teir vórðu fluttir av staðnum.
- Tað er trupult at siga neyvt um løstirnar, men fyribils metingin hjá okkum er ikki, at nakar av persónunum er í lívsvanda, sigur vaktleiðarin.
Báðir bilarnir fórust illa, og neyðugt varð at flyta teir burtur av vegnum við kranabili.
- Tá bilarnir vóru burtur, og vegurin var ruddaður, var Oyrarvegurin opin aftur, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga seinnapartin í dag.