Fronsku stjørnurnar

Sjálvt ikki tá Týskland vitjaði, mundi hópurin telja slíkar stjørnur sum tær, ið hesa ferð vitja á klettum okkara. Niðanfyri hava vit stutt ummæli av leikarunum í franska hópinum, sum mikukvøldið skulu takast við okkara menn á Tórsvølli.

Grégory Coupet, Olympique Lyon
Tað er ikki fyrr enn seinnu árini, at Coupet veruliga hevur fingið eitt frambrot í fronskum fótbólti. Hevur sýnt sear støðug avrik fyri felag sítt nú í meira enn tvey ár, og hevur soleiðis spakuliga trýst bæði Mickael Landreau og Lionel Letizi av plássinum sum annar málverji hjá Fraklandi.

Mickael Landreau, FC Nantes
Var í fleiri ár næsti málverjin á franska liðnum, men hevur nú mist hetta plássið til Coupet. Skaðin, sum Fabian Barthez fekk herfyri, hevur tó aftur givið honum møguleikan á beinkinum.

Eric Abidal, Olympique Lyon
Varð í summar keyptur úr AS Monaco sum liður í eini størri útskifting hjá meistarunum úr Lyon. Verður av mongum mettur sum avgjørdi framtíðar verjustjørnan hjá franska landsliðnum.

Jean-Alain Boumsong, Glasgow Rangers
Enn eitt dømi um ein framúr fótbóltsleikara, sum er komin av fótbóltsskúlanum í Auxerre. Krútsterki verjuleikarin verður fyri tað mesta nýttur mitt fyri, har kropsstyrki og kvikleiki hansara altíð gera tað trupult at vera álopsleikari. Spælir nú við Glasgow Rangers, og spurningurin er, um skotska deildin ikki er eina tonn ov veik fyri framtíðar menning hansara.

Patrick Evra, AS Monaco
Enn ein av nýggju leikarunum, sum veruliga tykist hava bitið seg fastan í hópinum. Hevur av bakkinum eisini framrættaðar skyldur, og kann soleiðis væl vera viðvirkandi til trýstið, sum uttan iva verður lagt á okkara menn.

William Gallas, Chelsea FC
Ein sterkur verjuleikari, sum kann spæla á øllum fýra plássum í verjuni. Varð í 2001 keyptur til Chelsea, tá Ranieri skuldi byggja eitt nýtt lið upp. Og tað faktum, at hann framvegis er í hópinum, hóast milliarda íløgurnar hjá Abramovich sigur helst eisini nakað um dygdir hansara.

Gaël Givet, AS Monaco
Aftur ein av ungu leikarunum, men hevur hóast hetta vunnið sær fast pláss á franska liðnum. Veruliga gjøgnumbrotið fekk hann saman við upptúrinum hjá Monaco í ár, har hann var partur av eini krútsterkari verju, sum megnaði at taka at kalla alt fótboltseuropa á bóli.

Bernard Mendy, Paris-SG
Hóast bert 23 ára gamal er eisini Mendy vorðin mest sum fastur partur av franska liðnum. Føroyskir sjónvarpshyggjarar minnast hann kanska úr Bolton, har hann í eitt ár gjørdi nógv um seg, áðrenn leiðin aftur gekk til Fraklands. Ein sera skjótur og álopssinnaður bakkur.

Sébastian Squillaci, AS Monaco
Telist nú millum teir, sum hava hampuliga nógvar royndir í franska hópinum, og hann var eisini millum teir fyrstu ellivu í dystinum móti Ísrael. Enn hevur hann tó ikki vunnið sær púra fastan sess í so máta.

Vikash Dhorasoo, AC Milan
30 ára gamli miðvallarin varð í summar seldur til italska stórfelagið, eftir at hann annars hevur stýrimaður á miðvøllinum hjá Lyon í nøkur meistaraár. Kappingin á franska miðvøllinum er tó harðari, enn flestu aðra staðni, so hóast ivaleysu evnini sum bóltspælari, hevur hann havt trupult við at finna sær pláss í hópinum.

Ludovic Giuly, FC Barcelona
Var kanska størsta opinberingin í Champions-League kappingini í ár, tá hann saman við liðfeløgunum í Monaco vann seg fram til finaluna. Er nú valdur at verða ein av teimum, sum skulu endurreisa eitt nýtt dream-team í Barcelona, og sjálvur vónar hann, at hetta eisini kann verða galdandi fyri franska landsliðið.

Claude Makelele, Chelsea FC
Var kanska størsta orsøkin til, at Real Madrid einki vann í fjør, tí kongaliga spanska felagið fann ongan tíð rætta avloysaran til mannin, sum varð seldur til Chelsea. Er kanska ikki altíð so sjónligur í sínum spæli, men sum bóltvinnari og spælskipari telist hann millum teir allar bestu í heiminum.

Benoit Pedretti, Olympique Marseille
Spælskiparin hjá Olympique Marseille, og eigur hann stóran part í æruni av, at teir nú aftur eru um at finna seg fram til fronsku fótbóltstindarnar.

Robert Pires, Arsenal FC
Ein av stóru kreatørunum hjá Fraklandi. Er partur av fraklendingaleguni í enska Arsenal, og varð eitt nú kosin besti leikarin í bretlandi í 2002. Varð tó álvarsliga meiddur beint undan kappingarloki, og hevur síðani ikki funnið heilt sama høga støðið, tó at talan framvegis er um klassaleikara.

Jérome Rothen, Paris-SG
Enn ein av leikarunum, sum spælir í alsamt sterkari fronsku liguni. Er kvikur vongspælari, sum veruliga kann geva stórar trupulleikar. Kom til Paris úr Monaco, sum ikki hevði fíggjarligu styrkina til at halda fast um leikaran

Patrick Vieira, Arsenal FC
Franski liðskiparin, og uttan iva ein av bestu miðvallarunum í heiminum. Var fyrsti leikarin, sum Arsene Wenger keypti til Arsenal. Tá var Vieira mest sum á yvirskotslagrinum hjá Milan, og hevði eisini verið skaddur, so Arsenal rindaði ikki stórvegis fyri hann. Uttan iva ein handil, sum Milan iðrar seg um í dag.

Djibril Cisse, Liverpool FC
Eitt av stóru fronsku stjørnuskotunum seinnu árini, har hann hevur skorað hópatals mál fyri Auxerre. Í ár er tað tó í enska Liverpool, at Cisse ger um seg, og so er spurningurin, um hann kann lyfta arvin eftir Michael Owen.

Thierry Henry, Arsenal FC
Kanska størsta franska stjørnan yvirhøvur, og í eygunum hjá mongum heimsins besti leikari júst nú. Hevur ein ófatuligan skjótleika, og framúrskarandi tekniskan førleika. Kann á einum góðum degi seta mest sum allar verjuleikarar av við einum rykki, og so er spurningurin, hvørt hann hevur ein slíkan mikudagin.

Peguy Luyindula, Olympique Marseilla
Varð keyptur til Marseilla, tá Chelsea fór avstað við Drogba. Var undan hesum í Lyon, har hann hevur skotið hópin av málum. Er viðhvørt nakað óortodoksur í spælistíli, men effektivitetinum bilar tó sjáldan nakað.

Louis Saha, Manchester United
Varð kallaður inn sum eykamaður, tá David Trezeguet varð skaddur. Hevur eins og Henry ein ófatuligan skjótleika, og hevur seinastu tvey árini ment seg til ein av vandamestu álopsleikarunum í Onglandi. Eftir stóra gjøgnumbrotið við Fulham í fjør, varð hann keyptur til Manchester