Fronsk skúlavitjan á Ráðhúsinum

Ein franskur skúlaflokkur úr Clairmont-Ferrang vitjar í Føroyum í løtuni. Tey komu við Norrønu til Føroyar. Talan er um 18 næmingar og tveir lærarar.

 

Næmingarnir eru um 15 ára aldur. Tey búgva nakrar nætur í skúlanum á Giljanesi. Tey vitja ymsastaðni, eitt nú í løgtinginum, og nú seinnapartin vitjaðu tey á Ráðhúsinum, har borgarsjtórin var vertur og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, hevði framløgu um Havnina fyri teimum, skrivar torshavn.fo.

 

##med2##