Skonnartin Etoile fór 18. mai á eina tríggjar mánað langa ferð, sum førir hana heilt til Grønlands og har um leiðir í polarsirklinum. Hendan sigling verður tann fyrsta av sínum slagi fyri eina skonnart hjá franska herflotanum. Navnið Etoile merkir stjørna og tænir hon sum skúlaskip hjá franska flotanum. Hon hevur heimstað í Brest.
– Etoile hevur millum annað sum endamál at gera nakrar veðurfrøðiligar og havfrøðiligar kanningar. Hon luttekur á ferðini eisini í venjingum í samstarvi við donsku og íslendsku sjóverjuna, sigur Hanna Jensen, Franskur konsul í Føroyum.
Fleiri vitjanir eru fyriskipaðar – umframt hesa í Tórshavn í Føroyum verða væntandi fimm vitjanir ymsastaðni í Íslandi og Grønlandi. Manskapið telur 13 og harafturat eru tríggir yvirmannanæmingar frá donsku skúlaskipaútbúgvingini og so listakvinnan hjá franska herflotanum, Ann Smith, umborð.
Sjóloytnantur, Philippe Verdier, er føddur í Saint-Malo. Hann byrjaði sína yrkisleið hjá franska flotanum í 1985.
Hann hevur verið ovasti myndugleiki á skonnartini Etoile síðani 4. juli 2013
Etoile er 38m long, 7,40 m breið, stingur 3,70 m og 33 m í hædd
TRÝST HER fyri at síggja meira tilfar um skonnartina









