Fronsk kvinna deyð av E.coli

Ein 78 ára gomul kvinna doyði í gjár á einum sjúkrahúsi í franska býnum Bordeaux, eftir at hon var vorðin smittað við E.coli bakterium. Sambært fronsku heilsumyndugleikunum er ikki talan um tað slagið av E.coli bakteriuni, sum hevur kostað umleið 50 mannalív í Vesturevropa í seinastuni.

Heilsumyndugleikarnir siga, at tann franska kvinnan varð flutt á sjúkrahús, tí hon hevði trupulleikar við nýrunum.

Tað ikki ikki greitt, hvussu kvinnan var vorðin smittað, men myndugleikarnir siga, at sjey fólk, sum eru eru smittað eftir at hava etið bønarspírar, liggja á sjúkrahúsi í Bordeaux. Sum skilst er eingin teirra í lívsvanda.