Fronsk familja burturflutt í Afrika

Sjey franskir ríkisborgarar, trý vaksin og fýra børn, vórðu í dag burturflutt har norðuri í afrikanska landinum Kamerun.

Franska tíðindastovan AFP skrivar, at tað vóru menn á motorsúklum, sum rændu tey sjey við býin Dadanga, sum er tætt við markið til Nigeria.

Franski forsetin Francois Hollande, sum er á vitjan í Grikkalandi, váttaði seinnapartin tíðindini. Hann segði, at talan er um eina familju, sum ein yvirgangsbólkur, ið hevur støð í Nigeria, hevur burturflutt.

Sambært AFP høvdu tey sjey verið og hugt at djórum í Waza-djóragarðinum. Starvsfólk í djóragarðinum siga, at tey sjey gistu har í nátt, og at tey fóru haðani í morgun.