Frøði, føroyskt vísindaligt tíðarrit vísindaligt tíðarrit

Nú verður aftur høvi at kaga inn í ein heim, sum er á tremur við viðkomandi og áhugaverdari nýggjari vitan um vísund í Føroyum.

Nú verður aftur høvi at kaga inn í ein heim, sum er á tremur við viðkomandi og áhugaverdari nýggjari vitan um vísund í Føroyum. Blaðið ber fram vísindaligar greinar um Føroyar til føroyingar. Litfagra tíðarritið Frøði er nú aftur at fáa kring landið og kostnaðurin er 48 kr.

Hvat meta serfrøðingar um, hvussu dálking av havinum kann ávirka føroysk børn? Hvussu roynast okkara stovnsrøktaramboð í fiskivinnuni. Doyr allur fiskur, sum verður sílaður út ígjøgnum trolposar; Hvat siga søguligu keldurnar um Ólav kong og tíðarfestingina av Ólavsøku okkara? Hvussu kunnu varðveitt staðarnøvn siga frá elstu búsetingarsøguni? Hvussu vænta jarðfrøðingar at raka við olju í føroysku undirgrundini.

Serkøn fólk fara at lýsa hesi og nógv onnur evni í almennum vísindaligum greinum um nýggja føroyska gransking á eyskildum máli. Frøði fer at koma út tvær ferðir um árið og verður givið út av Føroya Fróðskaparfelag í samstarvi við føroyskar granskingarstovnar.

Steðgur hevur verið í blaðútgávuni síðan 1994, men vón er fyri, at útgávan hesu ferð fer at finna eina varandi legu.