Joakim Andersson arbeiðir á deildini fyri didaktikki í myndlist og “sløjd”, sum í Svøríki fevnir um bæði smíð og handarbeiði.
Sjálvur hevur hann filmað og eygleitt smíðundirvísing í grundskúlanum og á læraraútbúgvingini, og síðani hevur hann greinað observatiónirnar. Hann er komin fram til, at samskiftishættirnir hava avleiðingar fyri læringina hjá næmingum og lesandi, og tað er m.a. hetta, sum hann fer at hava fyrilestur um.
Fyrilesturin kallar hann “Samskiftið hjá smíðlæraranum í undirvísingini”, og hann viðger, hvussu ítøkiligt samskifti gevur betri fortreytir fyri læring.
Fyrilesturin hevur serligan áhuga fyri tey, sum undirvísa í handaverki og list í fólkaskúlunum.











