Fróðskaparsetrið skal vigast og kannast

Útlendskir serfrøðingr skulu nú meta um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya skal nú eftirmetast av eini uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett. 

 

Eftir ætlan skal eftirmetingin vera liðug um eitt ár.

 

Serfrøðinganevndin hitti landsstýrismannin á fundi mánadagin, og í gjár var nevndin á vitjað á øllum deildum á Fróðskaparsetrinum. 

 

Tey, ið  manna serfrøðinganevndina eru:  Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari, PhD. Háskóli Íslands, vinstrumegin og Jürg Glauser, professari, University of Zürich, ytst til høgru.

 

Næstytst vinstrumegin stendur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Serfrøðingarnir skulu meta um virksemið á Fróðskaparsetrinum í síni heild. Tey fáa fríar teymar at meta um øki, tey sjálvi halda hava týdning fyri ein útbúgvingar- og granskingarstovn, sum skal virka á altjóða støði.

 

- Endamálið við eftirmetingini er, at Fróðskaparsetrið fær altjóða viðurnenning og at vit gerast partur av Bologna-avtaluni, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.

 

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein slík uttanhýsis eftirmeting verður gjørd og hon verður gjørd í samstarvi við leiðsluna á Fróðskaparsetrinum, sigur Bjørn Kalsø