Fróði: - Tungur sigur at fáa heim

(Ljóðsamrøður frá Rás2) Liðskiparin hjá ÍF heldur, at ÍF var leikliga betra liðið í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðunar Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við liðskipararnar báðar, Fróða Benjaminsen hjá HB, og Bartal Eliasen hjá ÍF, aftaná 1-0 sigurin hjá HB á ÍF á ovara vølli í Gundadali í dag.

 

Fróði ásannar, at talan var um ein tungan sigur at fáa heim, har HB ikki hevði sín besta leikliga dag. Bartal Eliasen ergrar seg, at ÍF ikki fekk nakað heim við sær til Fuglafjarðar, tí hann heldur greitt, at ÍF var leikliga betur enn HB, og hevði nóg mikið av málmøguleikum at vinna dystin.