Liðskiparin hjá HB og á landsliðnum, Fróði Benjaminsen, spælir aftur við HB í 2014. Tað kom sum eitt sjokk, tá formaðurin í felagnum, Finnbogi Arge, á ársveitsluni kunngjørdi, at Fróði Benjaminsen ikki helt fram í felagnum.
- Tað var nokk ein misskiljing. HB hevur allatíð boðað frá, at teir vóru sinnaðir at leingja samstarvið, meðan eg ikki reiðiliga visti um eg skuldi halda fram við fótbólti, sigur 35 ára gamli Fróði Benjaminsen.
Síðani ársveitsluna hava nógvar søgur gingið um hví Fróði ikki heldur fram. Men tað tykist ikki, sum nakað ilt er millum leiðsluna í felagnum og Fróða Benjaminsen.
- Hetta er ein avtala, sum báðir partar eru væl nøgdir við, sigur Fróði Benjaminsen og vísur á, at tað kann illa verða ilt millum tveir partar, sum júst hava gjørt eina avtalu.
Fróði Benjaminsen hevur verið drívmegin á besta liðnum hjá HB, síðani hann í 2008 kom til felagið frá B36. Í fjør tók hann við sum hjálparvenjari, men tann leiklutin hevur hann ikki komandi ár.
Hóast Fróði Benjaminsen hevur hugsa um at gevast, so gav FM heitið honum hug at halda fram við fótbóltinum.
- Vit hava vunnið meistaraheitið í ár, og tað er ringt at gevast sum meistari, sigur Fróði Benjaminsen at enda um avgerðina at halda fram við at spæla fótbólt.
Fróði Benjaminsen hevur ikki tikið avgerð um hvønn leiklut landsliðið kemur at spæla í framtíðini.