Fróði og Róaldur iðraðu seg um javnleikin

Effodeildin: Tað blivu til tríggjar javnleikir millum HB og B36 í effodeildini í 2013. Hvørki HB-liðskiparin, Fróði Benjaminsen ella Róaldur Jakobsen hjá B36 vóru nøgdir við at spæla javnt.

 

Fróði Benjaminsen dugdi tó at fegnast um, at HB enn einaferð vendi einari leiðslu hjá mótstøðuliðnum til ein javnleik, men hann duldi ikki, at teir í HB høvdu sett sær fyri at fáa trý stig í dystinum í kvøld.

 

Róaldur Jakobsen iðraði seg um, at B36 enn einaferð blakaði eina leiðslu burtur, men hann dugdi at fegnast um, at B36-liðið sum var skert av leikbannum stríddist væl.

 

Undir myndini ber til at hoyra prátini Hilmar Jan Hansen hevði við Fróða Benjaminsen og Róald Jakobsen. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásøgnin av 0-1, 1-2 og 2-2 málunum. Sigfríður S. Clementsen var viðmerkjari.