Seinastu vikurnar hevur ein søga um at liðskiparin hjá HB, 36 ára gamli Fróði Benjaminsen, er á veg til grannarnar úr B36 fingið bein at ganga á. Norðlýsið hevur sett spurningin og portalurin hevur borðið søguna víðari, men landsliðsliðskiparin kennir einki til søgurnar.
- Eg kenni einki til hasar søgurnar og tað er ikki aktuelt at skifta til B36. Vit hava ikki verið í samráðinum, so tey sum siga tað vita meiri enn eg, sigur Fróði Benjaminsen eitt sindur bilsin á málinum.
Fróði Benjaminsen hevur fyrr verið settur í samband við B36, sum hann umboðaði frá 2005 til 2007.
- Eg havi ikki tikið støðu til komandi kappingarár enn, men um eg haldi fram, so verður tað allarhelst í HB, sigur Fróði Benjaminsen við in.fo.
Eisini formaðurin í HB, Finnbogi Arge, er bilsin um søguna. Í HB ynskja tey, at Fróði Benjaminsen heldur fram í felagnum.
- Vit ynskja og vóna, at Fróði heldur fram í HB, sigur Finnbogi Arge í stuttari viðmerking og vísir á, at HB ikki hevur sett seg niður at gera sáttmálar fyri komandi kappingarár.
Sostatt tykist greitt, at Fróði Benjaminsen ikki skiftir til. Spurningurin er heldur um Fróði heldur fram at spæla í HB, sum hann hevur umboðað síðani 2008.









