Lesur tú føroyskar bøkur?
- Ja, tað geri eg, men eg eri ikki nakar lesihestur.
Tað sigur Fróði Ejdesgaard, sum býr á Oyri, men hevur ættarbond í Oyndarfirði.
Hvørjar bøkur lesur tú?
- Eg lesi mest yrkingar og bøkur skrivaðar um yrkjarar, og her er H. A. Djurhuus ringur at koma uttanum.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- "Eitt dýpi av dýrari tíð" hjá Jens Paula Heinesen.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Ja, tað geri eg, sigur Fróði Ejdesgaard avgjørdur.
Hann vísir annars á, at hann seinastu árini hevur fingið stóran áhuga fyri at ogna sær bøkur. - Eri uppvaksin við bókum, so tað er helst orsøkin, sigur hann.
Herfyri fann hann eina bók á netinum og fekk hana sendandi úr Íslandi, "Upp í lógvan av ørindum" hjá Christiani Matras.
- Í fjør fekk eg fatur á øllum bindunum av Varðanum, og tey hava verið mær til stóra gleði, sigur Fróði Ejdesgaard.











