Í løtuni er HB-ársveitsla í HB-húsinum. Fyri lítlari løtu síðan hevði formaðurin í HB, Finnbogi Arge, røðu. Hann avdúkaði, at Fróði Benjaminsen ikki heldur fram í HB.
Sostatt verður liðskiparin á bæði HB og landsliðnum ikki við HB komandi kappingarár. Formaðurin kundi eisini kunngera, at Jóhan Troest Davidsen(longt tvey ár), Heini Vatnsdal(Longt tvey ár), Andrew av Fløtum(fingið nýggjan sáttmála) Teitur M. Gestsson, Alex José dos Santos, Rógvi Holm, Páll M. Joensen, Símun Samuelsen, Bárður J. Heinesen, Tróndur Jensen, Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Kristin R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen og Bartal Wardum allir spæla við HB komandi kappingarár.
Hetta merkir so, at HB skal hava nýggjan general á miðvøllin. Tað tykist fyribils ikki, sum at Fróði er givini at spæla fótbólt. Tað hevur verið ein søga, at hann skal hjálpa Sámal Erik Hentze í B36, meðan B68 er ein annar upplagdur møguleiki.
Heimasíðan hjá HB skrivar soleiðis:
Tað gjørdist í dag greitt, at liðskipari okkara seinastu 6 árini, Fróði Benjaminsen, ikki heldur fram í HB komandi ár. Harvið siga vit farvæl við ein av absolut mest týðandi HB leikarunum seinastu árini.
Fróði kom til HB frá grannunum eftir kappingarárið 2007. Hann var ikki liðskipari fyrstu dystirnar, men síðan mai 2008 hevur Fróði verið okkara "Captain fantastic." Hann hevur verið undangongumaður á øllum økjum, og seinasta árið hevur hann harafturat roynt seg sum spælandi hjálparvenjara við góðum úrsliti.
Fróði hevur árini 2008-2013 spælt 174 dystir fyri HB, skotið 63 mál og vunnið 3 meistarheitið. Hóast komin væl upp í fótbóltsárini hevur Fróði aftur í ár stríðst til tað síðsta og givið alt. Hann hevur verið ein sera væl dámdur maður í HB leguni, og eingin ivi er um, at saknur verður í Fróða.
Tað verða stórir skógvar at fylla eftir Fróða - eingin ivi um tað. Men maður kemur í mans stað, og tá ein av teimum "eldru" leggur frá sær, má onkur av teimum yngru traðka í skógvarnar. Tað fer tíðin at vísa.
Her frá fara vit at takka Fróða fyri árini í HB og ynskja honum alt tað besta framyvir.
Sostatt verður einki sagt um hví Fróði Benjaminsen ikki heldur fram í HB.Um hetta er eitt ynski frá Fróða ella ein avgerð frá HB.
Heimsíðan skrivar víðari um longu sáttmálarnar:
Gullveitslan í HB-húsinum koyrur við fullari ferð. Fyri løtu síðan varð formaðurin, Finnbogi Argi, á pallinum. Aftaná góðu taluna kunnu vit staðfesta, at felagið hevur gjørt sáttmála við bulin av berandi kreftunum í felagnum.
Bartal Wardum sum í gjár var kosin ársins dreingjaleikari av Venjarafelagnum, hevur gjørt sáttmála ið er galdandi komandi.
Pál Mohr Joensen ið seinastu dystirnar hevur leikt í miðverjuni, men sum annars hevur so mikið góð evni, at hann kann leika á flestu plássum á liðnum, verður eisini at síggja komandi árð.
Legendan, Andrew av Fløtum, tykist ikki at eldast og hóast ferðin ikki er so høg longur, er hann sera ringur at syfta. Andrew hevur longd sáttmálan við einum ári.
Jóhan Troest Davidsen hevur um nakar bundið evnaríka HB-liðið saman og givið okkum eina frálíka javnvág. Tí er tað sera hugaligt at staðfesta at Jóhan hevur longt við tveimum árum, so sáttmálin gongur út í 2015
Heini Vatnsdal sum kom til felagið undan hesum kappingarárinum, hevur víst seg at verða ein rættur fongur. Tí er tað sera hugaligt hann eisini hevur long um samstarvið við okkum í tvey ár, so hann eisini er sáttmálabundin fram til 2015.
Við hesum skuldi HB verið væl fyri at leggja aftur í væðið komandi ár, nú Føroya Meistaraheitið skal verjast.